Føroyskur døgurði/Færøsk middag

Føroyskur døgurði tann 16. april

FFaV fer leygardagin tann 16. apríl at savna føroyingar í Sorø Kulturhús.

Vit fara at kóka kalva fisk við tilbehoyri og sjálvandi verður okkurt gott omaná. Pláss eru fyri 25, so først til mølle” er galdandi.
Kostnaðurin fyri hvønn er 120,00 kr.

Vit borðreiða kl 17.30. Onkur verður í húsinum frá kl 15.00.

Aftaná verður hugni, við tí vit kunnu finna uppá. Kanska onkur hevur kort við, mann ikki onkur kundi hugsa sær ein sjavs.
Onkur hevur kanska stokkarnar við, Sjálvandi verða sangheftini eisini frammi.

Tilmelding við at leggja boð á síðuna ffav-sóljan á Facbook, ella skriva til danjoen@gmail.com í seinasta lagi tann 14. apríl. Eru tit fleiri so skriva gjarna ein teldupost.

Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini tey íð ikki eru limir í felagnum.

 

Comments are closed.