Flaggdagshald tann 25. apríl 2018
Tann 25. apríl kl. 18 hátíðarhalda vit flaggdagin.
Tiltakið verður í neystin hjá felagnum við Sorø sø. Merkið verður vundið á stong, flaggsangurin sungin og flaggrøðan hildin. Í ár verður tað okkara formaður Helena Krúnufjall í heldur flaggrøðuna.
Okkurt gott verður til matna. Øl og sodavatn verður sjálvandi eisini til keyps.
Um viðrar, verða báturin flotaður
Vit gleða okkum nógv til at síggja bæði nyggjar limir og gamlar kenningar hendan dagin, sum plagar at verða sera hugnaligur.
(Kort við neystinum á, sæst til høgru)
Skriv et svar
Du skal være logget ind for at skrive en kommentar.