FLAGGDAGURIN HILDIN/FLAGDAGEN AFHOLDT

Flaggdagshald

Tann 25. april varð flaggdagurin hátíðarhildin í neystinum hjá FFaV í Sorø. Nógv vóru komin at vitja okkum, vit vóru umleið 25. Veðrið var gott og turt, men tó so kalt at vit ikki vóru úti við bátinum.

Hanus Poulsen, trúboðari úr Slagelse, helt røðuna, harí hann greiddi frá hvussu føroyska flaggið varð viðurkennt undir øðrum heimsbardaga. Hann greiddi eisini frá hvussu hann sjálvur sær eitt samband millum teir tríggjar litirnar í flagginum og kristnu trúnna.

Aftaná hugnaðu vit okkum við skerpikjøti av Selatræð og skinsakjøti av Fuglebjerg.

Dagurin var væl eydnaður og vit síggja nú fram ímóti næsta tiltakinum í felaginum, íð verður regattain leygardagin 12. september.

Myndir frá degnum kunnu síggjast her

PÅ DANSK

Den 25. april blev den færøske flagdag højtideligholdt i FFaVs bådhus i Sorø. Det var dejligt at se at mange mødte op til arrangementet, vi var nok 25. Vejret var godt og holdt tørt, men det var desværre for koldt til at tage en tur med robåden.

Hanus Poulsen, missionær fra Slagelse, holdt talen, hvori han fortalte om, hvordan det færøske flag blev godtaget af britterne under anden verdenskrig. Han fortalte også om, hvordan han selv ser en sammenhæng mellem de tre farver i det færøske flag og den kristne tro.

Bagefter hyggede vi os med færøsk kødpålæg fra henholdsvis Selatræð og Fuglebjerg.

Dagen var vellykket og vi ser nu frem til det næste tiltag i FFaV regi. Det bliver regattaen lørdag d. 12. september.

Der er lagt billeder op af dagen, der kan ses her

Flaggdagurin 2015

Flaggdagurin 2015

Comments are closed.