Formansfrágreiðing frá ársaðalfundinum tann 4. Marts 2017

Ársaðalfundur  tann 4. Marts 2017 kl. 16.00

 

Hjartaliga vælkomin til aðalfundin øll somul. Vit gleða okkum um at so nógv hava tekna seg til ræst kjøt í kvøld og vónandi fáa vit eina hugnaliga løtu saman.

Árið í ár má sigast at hava eyðnast sera val fyri felagi. Limatalið er á veg uppaftur og tað hevur ikki skorta á tiltøkum her í vetur. Vit hava verið samlaði her í húsinum til øll tey vanligu tiltøkini so sum Regatta, jólafrokost, kyndilsmessu, grakarismessu, flaggdag og aðalfund.

Regattaðin gekk heilt væl, um eg sjálv skal siga tað. Trekkplástri var nokk at vit fingu sjálva Statsministarafrúðuna at opna stevnuna og sjálvandi hevði hon statsministarin við og tey sóu út til at hugna sær ógvuliga væl saman við okkum.

Steintór Rasmussen kom sum vant úr Føroyum og tók sær av musikkinum og vit fingu góðan døgverða, ræstan fisk sum Daniel og Jens Kristian høvdu skaffa úr Føroyum. Tað var ógvuliga forkunnugt. Petra, Fritsa, Niels og onnur góð fólk stóðu fyri serveringini. Um dagin seldu vit føroyskt smyrjibreyð, pylsur og kaffi og køkur. Og sum nakað nytt fyrigekk alt hetta niðri við sjóðarmálan hvar vit fingu lov til at brúka hølini hjá Roklubbanum. So tað var fyrst um kvøldið at vit fortsettu festin her í húsinum. Lutaseðlarnir blivu eisini uppafturtiknir í ár, tá vit hava nakrar raskar menn sum løgdu alla orku í, fyri at skaffa lutir fyri ongar pengar, og tað siga vit túsund takk fyri.

Og ikki at gloyma, so vunnu mennirnir á veteranbátinum gull ikki bara einaferð men tvær ferðir til regattanina, so tað var ein stórur sigur í sær sjálvum. So vónandi fáa vit nøkulunda sama manning aftur í ár, so teir kunnu fortseta við at vinna.

Til jólahaldið var ongin tilmelding av børnum til jólatræði og heldur ongin sum teknaði seg til at senda jólaheilsur heim, so tað førdi til at vit møttust her um kvøldið til hugna og góðan mæt.

Kyndilsmessuhald er við at blíva til nakað størt her í Sorø og tað blivu vit so eisini ein partur av. Vit høvdu opið hús í neystinum, hvar Daniel, Andras og Jens Kristian bjóðaðu følki inn til ein snakk um Føroyar og felagi hjá okkum. Og tað má sigast at hava verið ein succes, tí teir fingu vitjan av ikki minni enn 50 fólkum hetta kvøldið. Tað førdi so við sær at teir hava skipa fyri einum kvøldið aftrat hvar teir hava opið hús. Hetta verður tann 11. Marts, altso komandi leygardag kl. 14.00.

Sum nakað nýtt hittust vit eisini á Grakarismessu í ár. Eg helt eina lítla talu og vit sungu “Tjaldur ver vælkomið” og aftana bjóðaðu Daniel og Jens Kristian til døgverða. Vit vóru um 20 fólk, so tað var bara sera hugnaligt.

Flaggdagshaldið byrjaði við gudstænastu í Tystrup Kirke hvar Birgitte Johannesen helt eina sera góða talu. Síðani møttust vit her í húsinum hvar vit ótu breyð við føroyskum viðskera. Martin Fjallstein helt flaggrøðuna. Tann dagin høvdu vit vitjan av Sant Olavs kirkjuliðið. Eisini ein sera góður og gevandi dagur.

Eisini eitt annað nytt tiltak sum vit hava haft í vetur eru døgverðar ca. Einaferð um manaðin. Tað eru Daniel og Jens Kristian sum hava staðið fyri teimun og tað hava limirnir tikið gott ímóti. Teir hava borðreitt við røstum fiski, kalva, blóðpilsu, lippum og seyðarhøvdi og uppmøtingin hevur verðið sera góð. Áftana døgverðan hava vit hugna okkum við snakki, stokkum ella vit hava spælt kort.

Sum vit snakkaðu um síðsta ár, so er Roklubben nú byrjaður at byggja út. Vit blivu bjóða til ein fund saman við Bjarne og leiðaranum av arbeiðinum. Vit ætlaðu at fáa teir til at leggja vatn inn í samband við arbeiðið, men tað bleiv av ongun, tí teir ikki skuldu hav vatn í tí nýggja bygninginum. Men í staðin fyri vildu teir leggja tær klaru takpláturnar í aftur takið hjá okkum.

Nevndararbeiðið hevur verði prega eitt sindur av, at Jonny og Ella valdu at takað seg úr nevndini á hálvun vegið. Og tíverrið hevur Tórur valt ikki at halda fram sum kassameistari hjá okkum. Men her vilja vit takka teimun trimun fyri tað stóra arbeiði sum tey hava lagt í nevndararbeiðið. Teirra avrik liggur ikki eftir. Her er eisini oppá sítt pláss at siga vælkomin til teir nýggju limirnar sum vit hava fingið í ár.

Til endans vil eg ynskja tykkum øllum ein góðan og sømuligan aðalfund, og eisini eina hugnaliga løtu saman um døgverðan.

Helena Krúnufjall

Forkvinna í FFAV

Skriv et svar