Kunningarskriv frá Føroyahúsið

Kunningarskriv frá Føroyahúsið

Góðu feløg og viðskiftafólk

Sum vit áður hava skrivað til tykkum, so arbeiðir nevnd og leiðsla við at gera Føroyahúsið meira tíðarhóskandi og at fáa skapt meira virksemi í húsinum. Ætlanin er, at virksemið í húsinum skal gerast meira brúkarastýrt og viðkomandi. Upplatingartíðirnar í Føroyahúsinum verða tillagaðar við hesum fyri eygað, soleiðis at ein størri fleksibilitetur í upplatingartíðunum skapar betri karmar fyri øktum virksemi.

Við hesum leggja vit upp til, at feløgini eru vælkomin at skipa fyri fleiri tiltøkum í húsinum, og at feløg og einstaklingar kunnu fáa størri ávirkan á, hvat slag av virksemi er á skránni.

Fyri at gera pláss í kalendaranum fyri øktum virksemi, verður húsið leigað út í minni mun enn áður, samstundis sum vit tillaga upplatingartíðirnar fyri at skapa rúm fyri fleiri nýggjum initiativum.

Nú, ið vit eru komin inn í 2014 fara hesar broytingar so við og við at gera seg galdandi, og broytingarnar verða settar í verk stig fyri stig.

Nýggj heimasíða

Heilt ítøkiliga eru vit í ferð við at leggja seinastu hond á eina nýggja heimasíðu til Føroyahúsið. Fleiri feløg hava eftirlýst ein felags kalendara har allur aktivitetur er á einum stað, og nýggja heimasíðan hevur fingið ein slíkan kalendara. Heimasíðan broytir heiti (domeni), og fer at eita www.fohus.dk, ið er lættari bæði at minnast og at stava.

Týsdagsdøgurðin

Týsdagsdøgurðin heldur áfram sum áður tríggjar týsdagar um mánaðin, og vit vilja leggja okkum eftir at fáa fleiri vitjandi til døgurðarnar. Eisini vilja vit royna at betra um tað, sum hendir eftir døgurðan. Leiðarin fer at taka at eitt prát við tey vitjandi um, hvat ið tey halda vit kunnu gera betur.

Fríggjadagsbarrin

Í heyst fór húsið undir hetta nýggja tiltak. Fríggjadagsbarrin er eitt tiltak har ein kann keypa sær mat og drykkjuvørur til studentavinarligar prísir. Skipað verður eisini fyri undirhaldi, so sum tónleikaframførslu ella líknandi. Hetta verður lýst á heimasíðuni so hvørt. Opið verður frá kl. 20.00 til 01.00. Tað er ókeypis atgongd.

Leygardagsbrunch

Er eitt nýtt tiltak fyri fólk í øllum aldri.

Ein leygardag í mánaðinum verður sjálvtøkuborð við bæði heitum og køldum føroyskt íblástum rættum og viðskera. Ímeðan fólk eta, verður ymiskt undirhald, eitt nú tónleikur, upplestur, ella okkurt heilt triðja.

Kostnaðurin verður 120 kr fyri vaksin, meðan børn undir 12 ár gjalda hálvan prís.

Leygardagsbrunch byrjar kl. 11.00  og endar kl. 15.00.

Konsertir

Gjøgnum árið verður skipað fyri fleiri smærri konsertum við bæði bólkum og einstaklingum.

Konsertirnar eru hóskvøld, og vit leggja okkum eftir at bjóða bæði kendum og minni kendum tónleikarum á pall.

Barnatiltøk

Føroyahúsið skipar regluliga fyri barnatiltøkum, og í 2014 fara vit at skipa fyri fleiri barnatiltøkum enn vit hava gjørt seinastu árini. Her kunnu vit m.a. nevna barnadiskotek, konsert, føstalávintshald og jólahald.

Gourmetkvøld

Eitt annað nýtt tiltak í húsinum í 2014 verður eitt gourmetkvøld, har vit bjóða sera dugnaligum kokkum inn í húsið at borðreiða við alskins føroyskum fiskaúrdrátti.

Dentur verður lagdur á at geva gestunum eina gastronomiska uppliving út yvir tað vanliga.

Oktoberfest:

Í heyst verður á fyrsta sinni skipað fyri oktoberfest við øllum tí, sum har til hoyrir. Kom við til eitt kvøld við góðum tyrolaratónleiki og stórum øl skonktar af vøkrum kvinnum og ungum sveinum í lederhosen.

Nýggjar upplatingartíðir:

Mánadag, telefontíð            10.00-15.00.

Týsdag, café                       15.00-20.00.

Mikudag, telefontíð             10.00-15.00.  Hósdag, telefontíð              10.00-15.00.

Fríggjadag, cafe                 15.00-20.00.

Húsið er eisini opið, tá ið tiltøk eru í húsinum.

Tiltøk verða lýst á heimasíðuni og í tíðindamailinum, umframt á okkara Facebook síðu.

Vónandi vilja tit taka væl í móti nýggju tiltøkunum hjá húsinum.

 

Vinarliga

 

Nevnd og leiðsla

 

Vinarliga / Venlig hilsen

Hans Petur í Brekkunum / Leder

Føroyahúsið / Det Færøske Hus

Vesterbrogade 17 A

DK-1620 København V

Tlf. +45 33 23 15 87

Fax. +45 33 23 15 86

www.foroyahusid.dk

postur@faroehouse.dk

Skriv et svar