Fletting

Vit møtast hjá Tórur og Birgitte, Sorøvej 42, 4250 Fuglebjerg. Byrja verður kl. 10:00. Stundisliga.

Kanska eitt hvørt verður til matna. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Seinni um kvældi, verður Føroyskur dansur í Føroyahúsinum.

Vónandi verða nógvir limir/gestir at sýggja hendan dagin.

Lørdag den 29 september slagter vi får.

Vi mødes hos Tórur og Birgitte, Sorøvej 42, 4250 Fuglebjerg.
Vi starter kl 10:00.

Forhåbentligt kommer der mange til dette arrengement. Både medlemmer og gæster.

Senere den aften vil der være Færøsk dans i Færingehuset. se nedenfor.

Seinastu árini hevur føroyska dansifelagið í Keypmannahavn skipað fyri árligum føstudansi, sum er hvørja føstulávint, og nú undirtøkan fyri almennum føroyskum dansi er vaksandi í Keypmannahavn, hevur dansifelagið avgjørt at seta enn eitt tílíkt tiltak á skránna. Hetta tiltakið verður ein lættari útgáva av árliga føstudansinum.

Vanliga koma um 100 – 120 fólk á gátt, til at dansa føroyskan dans, og serliga eru tað tey yngru ættarliðini, ið koma. Dansifelagið hevur biðið tveir kendar kvæðaskiparar koma niður at hjálpa til við at skipa dansin, og eru teir Janus Kamban og Heini Mortensen úr Dansifelagnum í Havn. Teir fara saman við skiparunum hjá Dansifelagnum Fótatraðk at skipa kend kvæðir og kendar vísir, men sum altíð verður rúm fyri, at tey vitjandi, sum koma til dansin eisini sleppa framat at skipa. Skráin til hetta leygarkvøldið verður opin; tað merkir, at eingin ætlan framanundan er løgd fyri, hvør skal skipa hvat og nær.

Dyrnar opna hetta leygarkvøldið kl. 20.00. Barrin verður eisini opin, og skonkt verður í ringinum. Atgongumerkir verða seld við dyrnar, og kosta 60,- fyri hvønn. Peningurin, sum kemur inn hetta kvøldið fer til Landsdansistevnutúr felagsins, sum verður 11. Mai 2013 heima í Føroyum.

Føroyahúsið hevur stovnað eitt facebook-event, har ein kann lesa og síggja meira um almenna føroyska dansin.

Nevndin, fyrireikarnir og stuðlar felagsins vóna, at almenni dansurin verður við til at eggja nýggjum eins og royndum dansifólki til at tegna seg sum lim, og til at luttaka til vanligu dansikvøldini. Dansikvøldini og tiltøkini – sum Fótatraðk luttekur til – eru lýst á heimasíðuni hjá felagnum. Eisini ber til at tegna seg sum lim við at senda nevndini ein teldupost á fotatradk@hotmail.com ella at møta upp í Føroyahúsinum til eitt av dansikvøldunum.

Vit takka ATLANTIC AIRWAYS OG SLÁIÐ-RING fyri at stuðla Heystdansinum.

 

Skriv et svar