RÆSTKJØTAVEITSLA Í BALLERUP

Føroyskt felag í Ballerup bjóðar í Ræstkjøtaveitslu

Veitslan, íð er ársveitslan hjá felaginum, verður í Føroyahúsinum komandi leygarkvøld tann 30. januar.

Borðreitt verður sum vant við góðum røstum kjøti og súpan – hóskandi til árstíðina.
Dyrnar lata upp kl. 17 og vit miða ímóti at fara til borðs kl. 18.
Felagið bjóðar durasnaps, og undir borðhaldinum verður skonkt sum vanligt, og øl og vatn er frítt at fáa sær.

Tað ber eisini til at fáa danskan mat, men hetta skal fráboðast, tá tit melda tykkum til veitsluna.

Kaffi og lagkøkur omaná.

 

Eftir borðhaldið ber til at leska sær í barrini til vanligar prísir.
Vit selja lutaseðlar sum vant.

Vit fara upp á gólv og spælt verður eisini til dans.

Og alt hetta fáa tit fyri ein rímuligan prís:

Limir                                 kr. 300,-
Gestir                               kr. 400,-

Vendi tykkum til Hjørdis (fartfl.: 2965 0499, e-mail: hjoerdis.aaboejensen@gmail.com), um tit eru áhugað.

Hjartaliga vælkomin øll somul!

Comments are closed.