Her sæst plakatin fyri regattaina tann 10. september.
Minnist til, at um tit ynskja at eta ræstan fisk saman við okkum leygarkvøldið, so er freistin at melda seg til tann 29. august.
Vit í FFaV gleða okkum til ein góðan dag og eitt hugnaligt kvøld, har Sólrun Løkke Rasmussen setur regattaina, ræstur fiskur verður til keyps og ein ferð við Smyrilline verður ímillum lutaseðlavinninganar.