SORØ REGATTA 2016

REGATTAIN: 10. september 2016

Í ár verður tað Sólrun Løkke Rasmussen, íð setur Sorø regatta. Setan verður kl. 14:30.
Aftur í ár hevur Heini Davidsen játta at verða speakari, tá íð róurin verður.

Døgurði verður um kvøldi og í ár kóka vit ræstan fisk. Prísurin verður 125 kr. og tað verður neyðugt at melda seg til, so vit vita hvussu nógv vit verða. Afturvið fiskinum verður ein snapsur at fáa.

Gevi boð á facebooksíðu okkara ella til Astrid (astridjohannessen@hotmail.com), um tit hava hug at eta saman við okkum.

Eisini verða, sum vanliga, pylsur, øl, sodavatn og køkur til keyps.

Vit í FFaV gleða okkum til at síggja rógvarar og gestir leygardagin tann 10. september.

Siglitúr við Lille Klaus á Sorø sjógv

Siglitúr við Lille Klaus á Sorø sjógv

Comments are closed.