Tíðindaskriv frá Fótatraðk

Tíðindaskriv

Føstuborðhald og dansur hjá Fótatraðk í Keypmannahavn.

Fyri fyrstu ferð fer Fótatraðk at skipa fyri einum føroyskum borðhaldi í sambandi við árliga føstudansin.

Tann 10. februar kl.19 verður føroyskt borðhald í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og farið verður upp á gólv uml. kl.21.30  

Eitt sindur um tiltakið:

Vit bjóða tykkum til sjálvtøkuborð við alskyns føroyskum mati og viðskera.

Harafturat verður sangur við guitara og harmoniku spæli

 Kl.18.30 – lata dyrnar upp og borðhaldið byrjar kl. 19.00.

Kl. 21.30 – farið verður uppá gólv. Kvæðaskiparar úr Føroyum eru við og stuðla dansinum.

Kl. 01.00 – lata dyrnar aftur , tó verður dansað víðari um hugur er til tað.

Barrin verður opin, og har ber eisini til at keypa kaffi, te og heimabakaða køku.  

Atgongumerki til føstuborðhaldið og dansin fæst við at flyta 250,- kr. til konto felagsins:

 

15514500867590, viðmerkið navn!

 

Eitt evt. yvirskot fer til rakstur og fyriskipan av ymiskum tiltøkum hjá Fótatraðk, serliga Landsdansistevnuna í 2019.

Ein beinleiðis leinkja til Facebook-tiltakið:  https://www.facebook.com/events/542641249467824/ 

 

Meira kunning fæst við at skriva til okkara Facebook síðu: Dansifelagið Fótatraðk ella á fotatradk@hotmail.com.

Kunning um matskránna fæst við at ringja til +45 51 97 91 96 ella spyrja seg fyri hjá limum í Fótatraðk.

 

Verðið vælkomin til Føstudans í Føroyahúsinum

við kvøðu frá

Nevndini í Fótatraðk.

Skriv et svar