Um felagið

Føroyskt felag á Vestursælandi:

Herundir hevur tú møguleika at lesa meira um, hvat vit í FFaV gera gjøgnum árið, nær vit møtast og hvussu vit hugna okkum.

Felagið heldur til í Sorø, har vit eiga eitt neyst, Sóljan. Neystið liggur beint við Sorø sjógv, íð er eitt fagurt umhvørvi.

FFaV heldur árliga fleiri afturvendandi tiltøk, ið oftast eru hildin í kultúrhúsinum í Sorø (adressa: Sorø kultur- og fritidshus, Frederiksvej 27, 4180 Sorø).

Av afturvendandi tiltøkum kunnu nevnast:

* Aðalfundur
Tey seinastu árini hava vit fingið ræst kjøt og súpan aftaná aðalfundin.

* Flaggdagshald
Dagurin verður hátíðarhildin í neystinum. Merkið verður vundið á stong og flaggsangurin sungin. Her fáa vit breyð við føroyskum viðskera, kanska eina føroyska øl. Báturin verður flotaður. 

Regatta
Føroysk regatta á Sorø sjógvi verður altíð hildin annan leygardag í september. Hon er tann síðsta av fimm. Aftaná verður veitsla í Kulturhúsinum, íð liggur nærhendis.

* Jólatræ og jólaheilsanir
Dansað verður um jólatræið og jólaheilsanir sendar til Føroya. Aftaná halda vit jólaát.

 

Sóljan:

Sóljan er neystið hjá FFaV. FFaV hevur, í neystinum, ein kappróðrarbát undir sama heiti, íð representerar FFaV í regatta verður hildin.  Tí eru øll, íð kundi verið áhugað at rógva saman við okkum hjartaliga vælkomin at venda tykkum til felagið.

Í neystinum hava vit eisini ein annan bát. Limir í felaginum kunnu lána han til ein familiutúr á sjónum. Sjógvurin er góður at rógva á og fram við eru fleiri møguleikar at stega á og fáa sær ein bita ímillum áratøkini.