Flagdagshaldið
Sunnudagin tann 24. apríl hildu vit í FFaV, Sorø, flaggdagshald.
Dagurin var væl eyðnaður og tey nógvu fólkini íð møtti upp bæði í kirkjunni og í Kulturhúsinum í Sorø lótu væl at. Eisini fólk úr Sankta Ólavs kirkjulið í Keypmannahavn luttóku.
Í kavaroki helt Martin Fjallstein røðu um Merkið og samanbær tað við hini norðurlensku fløggini.
Til matna vóru bitar við røstum kjøti og skerpikjøti og føroyskar øl afturvið. Fleiri keypti sær eisini ein bita at hava við heim ella til busstúrin.
Vit gleða okkum til at endurtaka henda góða dagin aftur næsta ár.
- Tystrup kirkja
- Kulturhúsið
- Merkið
- M. Fjallstein heldur røðu
- Røðan verður hildin í kavaroki
- Fólkið skundar sær inn aftur
- “Der er et yndigt land”
- Álvheygg við familiu
Her síggjast nøkur bíløt frá degnum.